Uttanlands

Týskland letur eina milliard evrur til Ukraina

Ukraina og onnur lond hava áður funnist at Týsklandi fyri ikki at veita Ukraina nóg nógvan stuðul, og í vikuni gjørdu tey í Kyiv greitt, at týski forsetin, sum ætlaði sær at vitja í Ukraina, var óynsktur í Kyiv

Her sæst týski forsetin, Frank-Walter Steinmeier á vitjan í Póllandi 12. apríl. Hann hevur júst avlýst eina vitjan í Ukraina, eftir at tað varð gjørt greitt, at hann var óynsktur í Kyiv (Mynd: EPA)

Her sæst týski forsetin, Frank-Walter Steinmeier á vitjan í Póllandi 12. apríl. Hann hevur júst avlýst eina vitjan í Ukraina, eftir at tað varð gjørt greitt, at hann var óynsktur í Kyiv (Mynd: EPA)

2022-04-16 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár avgjørdi týska stjórnin at lata Ukraina yvir eina milliard evrur í hernaðarstuðul. Hetta svarar til nærum 7,5 milliardir í okkara krónum.

Týskland ætlar at lata tvær milliardir evrur afturat í altjóða hernaðarligum stuðli, og meginparturin fer til Ukraina.

Sambært týska fíggjarmálaráðharranum, Christian Lidner, er stuðulin latin eftir áheitan frá samveldiskanslaranum Olaf Scholz, og fer hann í høvuðsheitum at gera tað møguligt hjá Ukraina at keypa hernaðarliga útgerð.

Hesin eyka stuðulin er latin, eftir at Ukraina hevur funnist at Týsklandi fyri ikki at senda tung vápn til landið. Onnur lond sum eitt nú Pólland og baltisku londini hava eisini funnist at Týsklandi fyri ikki at veita Ukraina nóg nógvan stuðul.

Sambært Ritzau takkaðu tey í Kyiv í vikuni nei til at fáa vitjan av týska forsetanum, Frank-Walter Steinmeier. Heldur vildu tey hava samveldiskanslaran á vitjan, men hann hevur sagt, at tørvur ikki er á einari vitjan í løtuni.

Týski forsetin, sum er fyrrverandi uttanríkismálaráðharri, hevur seinastu tíðini verið fyri atfinningum fyri í fleiri ár at hava havt eitt ov vinarligt samband við Russland.

Síðan kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar, hevur Steinmeier tó tikið frástøðu frá Russlandi og forsetanum, Vladimir Putin. Eisini hevur hann ásannað, at tað var skeivt at hava ein ov bleytan politik yvirfyri Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder