Í Týsklandi boða leiðararnir í sosialdemokratiska flokkinum SPD, í umhvørvisflokkinum Die Grünen, og liberala flokkinum FDP frá, at teir í næstum fara í holt við at samráðast um eina stjórnarsamgongu.
Á tíðindafundi upplýsa teir, sambært Ritzau, at Die Grünen og FDP skulu góðkenna avgerðina innanhýsis í flokkunum um vikuskiftið, áðrenn farið verður í holt við veruligar samráðingar í komandi viku.
Eydnast tað hesum trimum flokkum at skipa stjórn, verður tað Olaf Scholz, formaður hjá SPD, sum verður samveldiskanslari. Scholz sigur, at semja er í flokki hansara um at byrja samráðingarnar við Die Grünen og FDP.
Á valinum í Týsklandi síðst í september gjørdist SPD størsti flokkurin við 25,7 prosent av atkvøðunum, meðan konservativu systurflokkarnir CDU/CSU fingu 24,1 prosent av atkvøðunum. Die Grünen og FDP fingu ávikavíst 14,8 og 11,5 prosent av atkvøðunum.
Í løtuni verður Týskland stýrt av fráfarandi stjórnini við Angelu Merkel, sitandi samveldiskanslara, á odda. Hon heldur fram, til ein nýggj stjórn er skipað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald