ES-londini eru vorðin samd um, at tørvur er á fleiri revsitiltøkum móti Russlandi, eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin mikudagin í farnu viku boðaði frá, at 300.000 hermenn afturat skulu sendast til Ukraina.
Týska stjórnin hevur fleiri uppskot til nýggj revsitiltøk. Hon ynskir m.a, at tað skal verða ólógligt hjá ES-borgarum at hava týðandi leiklutir í russiskum fyritøkum, sum staturin eigur.
Fyrrverandi týski samveldiskanslarin, Gerhard Schröder sat í fleiri ár í nevndini hjá russiska orkurisanum Rosneft, men í mai boðaði hann frá, at hann fór úr nevndini eftir, at hann var komin undir stórt trýst í kjalarvørrinum á russisku innrásina í Ukraina.
Eitt annað uppskot snýr seg um at banna samstarv við russiskar fyritøkur innan kjarnorku, og eisini er eitt uppskot um, at russar ikki skulu sleppa at keypa fastogn í ES. Og stendur tað til Týskland, kunnu fleiri russar eisini vænta sær innferðarforboð í ES, og at ognir teirra í ES verða innifrystar.
Sambært uppskotinum hjá týsku stjórnini, hevur Russland leingi roynt at fingið politiska ávirkan í ES við at geva ES-borgarum týðandi leiklutir í russiskum fyritøkum, og endamálið við uppskotinum er at fáa ein enda á "strategiska korruptión", skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald