Týska fregnartænastan fyri innlendismál, Bundesamt für Verfassungsschut, ávarar í morgun um, at ein bólkur undir eind 29155 hjá Russisku fregnartænastuni GRU stendur aftanfyri fleiri netálop á fleiri Nato- og ES-lond.
Ávaringin er send út í samstarvi við millum annað amerikonsku samveldisløgregluna FBI, amerikanska stovnin fyri nettrygd, Cisa, og amerikonsku fregnartænastuna NSA.
Tað framgongur ikki, hvørji lond, bólkurin hevur lopið á, men sambært týsku fregnartænastuni er endamálið at njósnast og at fremja sabotasju. Hetta snýr seg m.a. um at almannakunngera stolnar dátur, skrivar Ritzau.
Síðan russisku innrásina í Ukraina í februar 2022, hava lond í vesturheiminum havt illgruna um, at russiskir teldusníkar hava lopið á fleiri kt-skipanir í vesturheiminum.
Eind 29155 er m.a. sett í samband við morð í útlondum, og er hon m.a. undir illgruna í sambandi við málið um eitranina av fyrrverandi russiska njósnaranum, Sergej Skripal og dóttir hansara, Julia í bretska býnum Salisbury í 2018. Tey vórðu eitrað við nervaeitrinum Novitjok. Bæði endaðu í koma men yvirlivdu.
Sambært Cisa, stendur eindin eisini aftanfyri fleiri kvettroyndir og sabotasju í Evropa. Mett verður, at hon saman við øðrum hevur framt netálop í í minsta lagi fýra ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald