Uttanlands

Týskland setir strong tiltøk í verk

Handlar og skúlar verða stongdir til 10. januar. Bannað verður eisini at drekka rúsdrekka á almennum støðum

Angela Merkel (Savnsmynd: EPA)

Angela Merkel (Savnsmynd: EPA)

2020-12-13 11:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Núverandi tiltøkini móti koronasmittuni í Týsklandi hava ikki virkað nóg væl. Tað sigur samveldiskanslarin, Angela Merkel, sum nú boðar frá, at Týskland fer at herða tiltøkini.

Hon hevur havt fund á netinum við forsetarnar í teimum 16 týsku statunum. Her var semja um at, at neyðugt er at seta fleiri tiltøk í verk fyri at forða spjaðingini.

Týskland fer tí frá mikudagnum 16. desember at steingja fleir handlar og skúlar fram til 10. januar. Talan er um handlar, sum ikki eru neyðugir, ið skulu steingja. Hetta merkir, at handlar við gerandisvørum og apotek framhaldandi fara at hava opið.

Eisini verður heitt á arbeiðsgevarar um at lata starvsfólk, sum kunnu, arbeiða heimanífrá.

Merkel sigur eisini, at frá 16. desember til 10. januar verður bannað at drekka rúsdrekka alment.

Týskland fer at bjóða teimum fyritøkum, sum tiltøkini raka, fíggjarliga hjálp, sigur Olaf Scholz, fíggjarmálaráðharri.

Í Týsklandi hava statirnir víðfevnt sjálvstýri, og fleiri teirra hava longu sett strangari tiltøk í verk.

Badem-Württemberg hevur ætlanir um at seta útigongubann í gildi frá komandi viku at rokna, og annars avmarka útigongu heilt nógv. Hetta merkir, at borgarar bert sleppa heimanífrá í sambandi við neyðug ørindi, so sum at fara til arbeiðis, skrivar dpa tíðindastovan.

Eisini í Sachsen, har smittan er tann mesta í Týsklandi í løtuni, skulu skúlar, dagstovnar og nógvir handlar stongja longu frá í morgin at rokna og fram til 10. januar. Í Sachsen er eisini ætlanin at seta í verk útigongubann frá klokkan 22 til 06.

Líknandi tiltøk verða eisini sett í gildi í Thüringen í morgin.

Seinastu vikuna hava verið yvir 20.000 nýggir smittutilburðir um dagin. Fríggjadagin vórðu 29.875 skrásettir, og tað er tað hægsta talið fyri eitt samdøgur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder