Rakettútskjótingarætlanirnar í Hetlandi hava nú eisini fingið týskarar til at vísa áhuga fyri at senda rakettir upp av ætlaðu útskjótingarstøðini á Lamba Ness á Unst, nærmastu grannaoyggj okkara.
Talan er um felagið HyImpulse Technologies, sum hevur ætlanir um at senda út rakettir rakettir í 2023, skrivar heimasíðan hjá Shetland Space Center í dag.
Týska fyritøkan hevur gingið á odda í at brúka umhvørvisvinarliga vetnisorku til sínar rakettir.
Stjórin í HyImpulse, Christian Schmierer sigur, at felagið hevur gjørt fyribils avtalur við fleiri kundar um at senda tilfar í ringrás um jørðina.
- Chetland Space Center hevur givið okkum álítandi atgongd til at sleppa út í rúmdina, sigur hann.
Frank Strang, stjóri og stigtakari til Shetland Space Center sær nógvar møguleikar við týska samstarvinum.
Ætlanin er at fara ígongd við at byggja rakettútskjótingarstøðina á oynni Unst í ár so skjótt, sum koronastøðan loyvir tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald