Hapag-Lloyd hevur gjørt trý ára avtalu við føroyska Globe Tracker um útgerð og forrit til stýring av øllum 91.500 kølibingjunum hjá felagnum. Talan er um ein tann størsta einstaka føroyska KT-ordran nakrantíð.
Við loysnini hjá Globe Tracker kunnu flutningsfeløg og teirra kundar alla tíðina fáa at vita, hvar vørurnar eru og hvussu hiti og onnur viðurskifti í bingjunum eru. Eisini ber til at fáa ávaringar, um til dømis streymslit er, og til ber at loysa trupulleikar við køliskipanini uttan at vera á staðnum.
Globe Tracker-útgerðin, ið verður sett á og knýtt í kølibingjurnar, hevur samband við Globe Tracker-forritini umvegis fjarskiftisnetið.
- Avtalan við Hapag-Lloyd er eitt stórt gjøgnumbrot fyri Globe Tracker og staðfestir leiðandi støðuna hjá okkum á hesum marknaðinum. Í løtuni hevur talgilding høga raðfesting millum flutningsfeløg, og at náa higar hevur kravt nógva orku og áhaldni frá øllum rundan um felagið, staðfestir Jákup Lamhauge, stjóri.
Hapag-Lloyd, sum er fimtstørsta flutningsfelagið í heiminum, kunnger avtaluna við Globe Tracker í dag á stóru flutningsmessuni “transport logistic” í München í Týsklandi.
Hapag-Lloyd AG er eitt av leiðandi bingjuflutningsfeløgunum í heiminum við 235 nýmótans bingjuskipum, sum rúma 2,5 milliónir bingjueindir. Hapag-Lloyd varð upprunaliga stovnað í 1847 og hevur høvuðsskrivstovu í Hamburg í Týsklandi. Felagið hevur 12.800 starvsfólk og 398 skrivstovur í 128 londum.
Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Globe Tracker ApS varð stovnað í 2016, er skrásett í Danmark og hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og Florida, umframt virksemi í Íslandi. Høvuðspartaeigarar eru Tryggingarfelagið Lív, Pf. LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið, Norðoya Íløgufelag og Framherji. Í Globe Tracker starvast 14 fólk, harav fimm í Føroyum.
Starvsfólkini á skrivstovuni hjá Globe Tracker í Føroyum. Frá vinstru: Jákup Lamhauge, stjóri, Carl Herup Høgnesen, Richard Magnus Jacobsen, Michael Thomsen og Jórun Fonsdal Malaikev
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald