Uttanlands

Týskur lækni: Ókoppsett fólk eiga ikki at sleppa at ferðast

Peter Heinz, formaður fyri læknafelagið í týska statinum Rheinland-Pfalz heldur ikki, at fólk, sum ikki eru liðugt koppsett skulu sleppa at ferðast uttanlands, heldur ikki, um tey kunnu vísa á negativa koronukanning

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-07-11 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólk, sum ikki eru koppsett fyri koronu, eiga ikki at fáa sama frælsið at ferðast og luttaka í nógvum øðrum virksemi. Tað heldur Peter Heinz, formaður fyri læknafelagið í týska statinum Rheinland-Pfalz.

Tey eiga eisini framhaldandi at ganga við munnbindi í eitt nú svimjihallum, matvøruhandlum og líknandi støð, heldur hann.

Nógvir týskir borgarar eru í ferð við at bíleggja sær uttanlandsferðir í løtuni, m.a. til Mallorca. Peter Heinz heldur tó ikki, at ókoppsett fólk ella fólk, sum bert hava fingið fyrru koppsetingina, skulu sleppa at ferðast uttanlands, heldur ikki, um tey kunnu vísa á eina negativa koronukanning.

– Kanning verjir ikki. Øll, sum ferðast við negativari kanning til eina oyggj, kunnu verða smittaði og taka smittuna við heim, sigur hann sambært Ritzau.

Peter Heinz heldur ikki, at nakað frælsi verður uttan koppseting, men hann tekur kortini ikki undir við, at tað skal verða tvungið at lata seg koppseta. Hann heldur tó ikki, at tað slepst undan, at frælsið hjá ókoppsettum fólkum verður avmarkað, meðan koronafarsóttin heldur fram at mennast.

58 prosent av týska fólkinum hava higartil fingið fyrru koppsetingina, meðan 42 prosent eru liðugt koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder