Uttanlands

Týskur maður fingið deyðarevsing í Hvítarusslandi

Hann er dømdur fyri m.a. njósning, yvirgang, og fyri at virka sum leiguhermaður

Rico Krieger (Mynd: LInkedIn)

Rico Krieger (Mynd: LInkedIn)

2024-07-21 15:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein týskur maður er dømdur til deyða í Hvítarusslandi.

Viasna, ein mannarættindafelagsskapur í Minsk, sigur, at maðurin - 30 ára gamli Rico Krieger - er dømdur fyri fleiri brotsverk. Hann er m.a. ákærdur fyri njósning, yvrigang, at stovna ein viðgongdan bólk, og fyri at virka sum leiguhermaður.

Hann varð dømdur í einum loyniligum rættarmáli, sum endaði 24. juni, eftir at hann varð handtikin 6. november í fjør.

Sambært Viasna er hetta fyrstu ferð, at ein persónur verður dømdur í Hvítarusslandi fyri at vera leiguhermaður.

Mannarættindafelagsskapurin upplýsir, at Krieger er starvsfólk hjá týska Reyða Krossi.Hann hevur fyrr arbeitt sum trygdarfólk hjá týska uttanríkismálaráðnum.

Týska uttanríkismálaráðið segði í fráboðan fríggjadagin, deyðarevsing er ein ræðulig og ómenniskjanslig revsing, og at ráðið samskiftir við myndugleikar í Hvítarusslandi og arbeiðir við at fáa revsingina broytta.

Sambært Viasna skal Krieger avrættast við skotum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder