Uttanlands

Týskur politikari helst dripin

Summir miðlar vilja verða við, at Walter Lübcke varð skotin í høvdið

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2019-06-03 10:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Týski politikarin Walter Lübcke er funnin deyður. Hetta váttar flokkur hansara CDU.

Sambært fleiri týskum miðlum er ymiskt illgrunasamt við deyðsfallinum. Summir miðlar, eitt nú Bild, skriva, at Lübcke varð skotin í høvdið. Bild skrivar eisini, at Lübcke varð funnin í havanum heima við hús. Miðlarnir skriva eisini at løgreglan kannar deyðsfallið.

Walter Lübcke var stjórnarforseti í Kassel, sum er eitt øki í deilstatinum Hessel. Hann var sera væl lýddur í týskum politikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder