Tað skal ikki vera loyvt at vísa børnum lýsingar við matvørum, sum innihalda nógv salt, feitt og sukur.
Tað heldur týski ráðharrin í matvøru- og landbúnaðarmálum, Cem Özdemir, sum sigur seg vilja verja børnum móti yvirvekt og diabetes.
Tí vil hann minka um talið á lýsingum við ósunnum mati í sjónvarpi, útvarpi og á YouTube og Instagram, skrivar DR.
Ráðharrin ynskir ikki, at slíkar lýsingar verða bannaðar fullkomiliga, men bert at tær ikki skulu verða tøkar hjá børnum. Tí heldur hann, at slíkar lýsingar bert skulu verða loyvdar millum klokkan 23 og klokkan seks um morgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald