Uttanlands

Týskur ráðharri: Vit stuðla Ukraina, so leingi tað er neyðugt

Týski uttanríkismálaráðharrin Annalena Baerbock ávarar um, at kríggið í Ukraina kann vara fleiri ár, og fer Týskland at stuðla ukrainum, so leingi tað er neyðugt

Annalena Baerbock, uttanríkismálaráðharri í Týsklandi (Mynd: EPA)

Annalena Baerbock, uttanríkismálaráðharri í Týsklandi (Mynd: EPA)

2022-08-28 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin vóru júst seks mánaðir, síðan russiska inrásin í Ukraina byrjaði, og Týskland ger greitt, at landið ætlar at stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi, so leingi tað er neyðugt.

Tað sigur týski uttanríkismálaráðharrin, Annalena Baerbock.

Tað er sannlíkt, at kríggj enn fer at vera næsta summar, og fer landið eisini tá at hava tørv á nýggjum vápnum, sigur hon og ávarar um, at kríggið í Ukraina kann vara fleiri ár.

– Vit stuðla teimum fíggjarliga og hernaðarliga, so leingi sum tað er neyðugt. Punktum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder