Uttanlands

Uffe Elbæk gevst sum politiskur leiðari í Alternativet

Tað vera limirnir í flokkinum, ið koma at velja avloysaran

Uffe Elbæk gevst sum politiskur leiðari í Alternative, ið hann sjálvur setti á stovn í 2013 (Mynd: EPA)

Uffe Elbæk gevst sum politiskur leiðari í Alternative, ið hann sjálvur setti á stovn í 2013 (Mynd: EPA)

2019-12-17 07:30 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Uffe Elbæk boðaði á tíðindafundi í gjár frá at hann gevst sum polititiskur leiðari í grøna flokkinum Alternativet, ið hann sjálvur setti á stovn í 2013, eftir at hann meldaði seg úr Radikala Vinstraflokkinum. Uffe Elbæk hevur verið politiskur leiðari í flokkinum síðani.

Uffe Elbæk vil ikki peika á nakran avloysara, og sigur at tað eru limirnir í flokkinum, ið skulu velja avloysaran. Tó vónar hann, at tað vera eini fýra-fimm, ið bjóða seg fram.

Uffe Elbæk boðar eisini frá, at hann fer at halda fram sum fólkatingslimir, hóast hann nú gevst sum politiskur leiðari í flokkinum.

Alternativet hevði eina afturgongd til valið í mai ár, har flokkurin fekk fimm umboð í fólkatingi í mun til níggju umboð til valið í 2015.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder