Uttanlands

Ukeinski forsetin: Latið vera við at illgita

Gitingar eru frammi um, at tað var ein iransk rakett, sum rakti ukreinska flogfarið, men einki er váttað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-09 12:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

43 kanningarfólk frá Ukreina eru farin til Iran at kanna herviligu flogvanlukkuna í gjár, tá eitt ukreinskt flogfar datt niður stutt eftir fráferð frá Teheran og øll 176 umborð lótu lív.

Í dag var ukreinski forsetin, Volodymyr Zelenski, á Borispol-flogvøllinum fyri at leggja eitt blómutyssi aftur at stóru rúgvuni, sum longu liggur framman fyri myndunum av manningini umborð á flogfarinum hjá Ukraine International Airlines.

Forsetin mælir fólki frá at gera sær gitingar um, hvat farið er fram í sambandi við flogvanlukkuna.

- Eg biði øll, serliga nú Ukreina er í einum informasjónskríggi, um at lata vera við at spekulera og illgita um hvat kann vera hent. Óváttað ástøði spjaðast skjótt á sosialu miðlunum. Vit mugu geva tol, segði Volodymyr Zelenski undir sorgardegnum í dag har øll fløgg eru vundin í hálva stong.

Flestu gitingarnar snúgva seg um, at flogfarið varð rakt av rakettum, sum iranar skutu við kós móti hernaðarstøðum Irak fyri at hevna amerikanska drápið á iranska hernaðarleiðaran.

Í Svøríki hava tey enn ikki fingið váttað hvørjir og hvussu nógvir svenskir ríkisborgarar vóru við í vanlukkuflogfarinum. Ukreinskir myndugleikar hava sagt at tíggju sviar vóru við, men frá svenska uttanríkisráðnum verður sagt, at tað kunnu hava verið fleiri, tí møguliga er onkur svii, sum ikki ferðaðist við svenskum passi.

 

placeholder
placeholder