Uttanlands

Ukraina: - Vit hava tamarhald á stórum parti av Bakhmut

Orðastríð um hvussu stórur partur er hertikin av russum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-04-13 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Ukraina roynir herurin nú at niðurtóna russisku upplýsingarnar í gjár, um russiska framsókn í býnum Bakhmut har eysturin í landinum. Tað er her, at teir harðastu bardagarnar millum russar og ukrainar hava verið hesa seinastu tíðina.

Sambært ukrainska herinum, hevur Ukraina tamarhald á “munandi meira” enn 20 prosent av býnum, skrivar Reuters og AP tíðindastovurnar.

Útsøgnin kemur eftir at Wagner leiguherurin í gjár segði, at hann nú hevði ræðið á meira enn 80 prosentum av býnum.

Sambært Wagnerbólkinum skuldi Ukraina einans hava ræði á einum lítlum øki av vestara Bakhmut. Men hetta er ikki rætt sambært ukreinska herinum.

Men tað er framvegis ógreitt hvussu stórur partur av býnum nú er undir ukrainskum valdi.

Serhij Cherevatyj, ein av talsfólkunum fyri ukrainska herin, nevnir ongi tøl, men sigur, at Ukraina hevur tamarhaldið á einum “munandi størri parti” av Bakhmut.

- Eg havi júst tosað við brigatuovastarnar í býnum. Eg kann við vissu siga, at ukrainsku deildirnar hava tamarhaldið á einum størri parti av býnum, sigur hann við Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder