2022-10-23 11:38
Ukrainska loftverjan hevur í nátt skotið niður 16 álopsdronur – sonevndar kamikazedronur.
DR, ið endurgevur ukrainskar miðlar, skrivar, at dronurnar vórðu skotnar niður ymsastaðni í landinum.
11 dronur vórðu skotnar niður í Mykolajiv í Suðurukraina, meðan fimm aðrar vórðu skotnar niður í landnyrðingspartinum av landinum.
Talan er um Shahed 136-álopsdronur, sum eru framleiddar í Iran. Iran hevur áður víst aftur, at tey skulu hava latið russum dronur at brúka í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald