Uttanlands

Ukraina: 31 dronur skotnar niður í nátt

Russiska verjumálaráðið sigur seg eisini hava skotið 13 ukrainskar dronur niður í nátt

Russiskar dronur skotnar niður í Ukraina - apríl 2024 (Mynd: Getty Images/Kyiv Independent)

Russiskar dronur skotnar niður í Ukraina - apríl 2024 (Mynd: Getty Images/Kyiv Independent)

2024-10-13 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski herurin boðar frá, at 68 russiskar dronur og fýra russiskar rakettir vórðu skotnar móti ukrainska loftrúminum í nátt.

Av teimum vórðu 31 dronur skotnar niður yvir Kyiv, Poltava, Tjernihiv, Sumy og Tjerkasy.

Tvær av rakettunum raktu ukrainsku landlutirnar Poltava og Odesa, meðan hinar báðar høvdu kós móti Tjernihiv og Sumy, verður sagt sambært Kyiv Independent.

Russiska verjumálaráðið boðar frá, at russiska loftverjan hevur skotið niður 13 ukrainskar dronur. 12 vórðu skotnar niður yvir Belgorod og Kursk, meðan ein varð oyðiløgd í Byransk-landslutinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder