Hjá Ukraina hevur tað hægstu raðfesting at økja um framleiðsluna av vápnum og menna ein framkomnan verjuídnað, og hetta skal gerast við hjálp frá vesturlendskum vápnaframleiðarum.
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á ráðstevnu í Kyiv leygardagin, har hundraðtals altjóða vápnaframleiðarar úr yvir 30 londum luttóku. Sambært Reuters vóru m.a. framleiðarar úr Týsklandi og Stórabretlandi.
– Eg haldi tað er eitt gott tíðspunkt at skapa eitt stórt hernaðarligt samstarv, sigur hann.
Bretski verjumálaráðharrin, Grant Shapps upplýsir fyri The Telegraph, at Stórabretland ætlar at senda fólk til Ukraina at venja ukrainsk herfólk. Higartil hava ukrainar fingið hernaðarvenjing aðrastaðni - m.a. í Danmark og Stórabretlandi.
Um bretar senda fólk til Ukraina verða tey eitt mál hjá russisku herdeildunum, sigur Dmitri Medvedev, fyrrverandi russiski forsetin og núverandi formaður í russiska trygdarráðnum.
– So verða tey eitt lógligt mál hjá okkara herdeildum, sigur Medvedev.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald