Uttanlands

Ukraina: Átta persónar handtiknir fyri at stjala listaverk hjá Banksy

Kendi bretski grafittilistamaðurin hevur málað fleiri listaverk í og kring ukrainska høvuðsstaðin, og fleiri onnur listaverk, sum hann sigst at hava málað, verða nú vard av løgregluni

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2022-12-05 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku handtók løgreglan í Ukraina átta persónar, sum eru undir illgruna fyri at hava stolið eitt listaverk hjá grafittilistamanninum Banksy.

Listaverkið var málað á múrin á einum oyðiløgdum húsum í Hostomel, sum er forstaður til ukrainska høvuðsstaðin Kyiv.

Handtiknu persónarnir eru millum 27 og 60 ár. Teir búgva allir annaðhvørt í Kyiv ella í býnum Tjerkasy, sum liggur uml. 200 kilometrar frá høvuðsstaðnum.

Listaverkið hjá Banksy ímyndar ein persón í slábrokki og gassmasku fyri andlitið. Viðkomandi heldur einum eldsløkkjara.

Guvernørurin í Kyiv upplýsir, sambært Ritzau, at listaverkið er í varðveitslu hjá myndugleikunum.

Bretski grafittilistamaðurin hevur í áratíggju verið dulnevndur, og Banksy almannakunngjørdi í november myndir av fleiri listaverkum, sum hann hevur málað í og kring Kyiv. Fleiri onnur listaverk í økinum, sum Banksy sigst at hava málað, verða nú vard av løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder