Leygardagin hevði ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij eina telefonsamrøðu við amerikanska forsetan Joe Biden, har hann bað USA um meira hjálp til Ukraina.
Teir báðir tosaðu saman í umleið hálvan tíma. Teir tosaðu um trygd, fíggjarligan stuðul til Ukraina, og framhald av tiltøkunum móti Russlandi, skrivar Ritzau.
Í samrøðuni legði Biden dent á tey stig, sum USA og teirra sameindu longu høvdu tikið ímóti Russlandi, og tey stigini, sum privatar fyritøkur høvdu tikið. Eitt nú hava amerikonsku gjaldsrisarnir Visa og Mastercard boðað frá, at teir fara at steðga russiskum gjaldingum
Zelenskij tosaði eisini við amerikanska Senatið leygardagin, har hann heitti á USA um antin at steingja loftrúmið yvir Ukraina ella hjálpa við at senda hernaðarflogfør til landið, sum ukrainski herurin kann brúka í stríðnum ímóti Russlandi.
Ukraina hevur longu fingið vápn og annað úr vesturheiminum, og í Kongressini í USA er stór undirtøka fyri at brúka tíggju milliardir dollarar (67 milliardir krónur) til herin og neyðhjálp í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald