Uttanlands

Ukraina: Ein millión uttan streym orsakað av russiskum álopi

Russiska álopið er aftursvar fyri nýtslu av vesturlendskum rakettum á russiskum øki, sigur Vladimir Putin

Kharkiv, Ukraina (Mynd: EPA)

Kharkiv, Ukraina (Mynd: EPA)

2024-11-28 12:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Yvir ein millión fólk í trimum landslutum í Vesturukraina eru í dag uttan streym, upplýsa lokal embætisfólk.

Orsøkin er eitt umfatandi russiskt álop, sum sambært russiska forsetanum, Vladimir Putin er aftursvar fyri nýtslu av vesturlendskum rakettum á russiskum øki.

Putin sigur, at Russland í nátt hevur skotið 90 rakettir og 100 dronur yvir Ukraina. Rakettirnar høvdu kós móti m.a. Kharkiv og Odesa.

523.000 fólk eru uttan streym í Lviv-landslutinum, umleið 215.000 fólk í Volyn, og yvir 280.000 í Rivne-landslutinum, upplýsa guvernørar í økinum á boðtænastuni Telegram sambært Ritzau.

Almenna ukrainska elfelagið Ukrenergo hevur eisini slitið streymveitingar í landslutunum Kyiv, Odesa, Dnipro og Donetsk fyri at spara streym og avmarka skaðarnar.

Tað er yvir 1.000 dagar, síðan kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar 2022.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder