Uttanlands

Ukraina: Einki forsetaval í mars

Hóast forsetaval eigur at verða í mars 2024, er tað ikki rætt at hava val, tá landið er í undantaksstøðu, sigur ukrainski forsetin

Volodymyr Zelenskyj hevur verið forseti í Ukraina síðan mai 2019 (Mynd: Reuters)

Volodymyr Zelenskyj hevur verið forseti í Ukraina síðan mai 2019 (Mynd: Reuters)

2023-11-08 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ikki rætt at hava val, meðan landið enn er í kríggi.

Tað var boðskapurin hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, tá hann helt røðu í gjár.

Zelenskyj legði dent á, at tað hevur týdning av savna seg um at vinna kríggið og gera íløgur í herin, og at tað hevði verið óforsvarligt at hildið val, skrivar Reuters.

Valskeiðið hjá Zelenskyj, sum kom til valdið í 2019, eigur annars at enda í mars 2024, men í roynd og veru eru øll val avlýst orsakað av undantaksstøðuni í landinum. Eitt nú átti tjóðartingsval at verið í oktober, men tað varð av ongum.

Útsøgnin hjá Zelenskyj kemur fáar dagar eftir, at ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba segði, at Zelenskyj umhugsaði fyrimunir og vansar við at hava val sum ætlað í 2024, og tað hevur hann nú gjørt.

Kuleba vísti á, at tað kundi vera torført at hava val, nú nógvir ukrainar eru farnir av landinum og nógvir stríðast á vígvøllinum, umframt at Russland hevur hersett fleiri øki. Eisini varð stúrt fyri, at valstøð verða mál fyri russisk dronu- ella rakettálop.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder