Uttanlands

Ukraina: Embætisfólk sleppa ikki at brúka Telegram á arbeiðstelefonini

Russland verður lagt undir at brúka appina til m.a. netálop

(Savnsmynd: Visualhunt)

(Savnsmynd: Visualhunt)

2024-09-21 16:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Embætisfólk og fólk í avgerandi størvum hjá herinum í Ukraina sleppa framyvir ikki at brúka sosiala miðilin Telegram á teirra arbeiðstelefonum.

Tað boðar ukrainska trygdarráðið frá á Facebook sambært ABC News.

Hetta forboðið er neyðugt fyri trygdina hjá ukrainsku tjóðini undir krígnum móti Russlandi, verður sagt.

Ukrainska trygdartænastan leggur Russland undir at brúkta Telegram í krígnum móti Ukraina til m.a. netálop.

Fólk, sum brúka Telegram í teirra arbeiði sleppa framvegis at brúka Telegram-appina. Ukrainar kunnu eisini framvegis brúka Telegram á teirra persónligu eindum, skrivar Ritzau.

Telegram er vælumtókt í Ukraina, og er eisini høvuðspallurin, sum ukriansk embætisfólk, harímillum forsetin, Volodymyr Zelenskyj, brúka til at samskifta við almenningin.

Telegram verður serliga brúkt í Russlandi, Ukraina og øðrum fyrrverandi Sovjetlondum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder