Uttanlands

Ukraina fær lán frá Altjóða Gjaldoyragrunninum

Talan er um 15,6 milliardir dollarar, sum verða útgoldnir yvir fýra ár

Íbúðarbygningur í Kramatorsk í ukrainska Donetsk-landslutinum, sum varð raktur av einum russiskum bumbuálopi fyrr í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)

Íbúðarbygningur í Kramatorsk í ukrainska Donetsk-landslutinum, sum varð raktur av einum russiskum bumbuálopi fyrr í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)

2023-03-22 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Altjóða Gjaldoyragrunnurin (IMF) fer at veita Ukraina eitt lán á uml. 15,6 milliardir dollarar, ið svarar til uml. 108 milliardir í okkara krónum.

Peningurin verður útgoldin yvir fýra ár og skal hjálpa við at fáa endurreist búskapin í krígsrakta landinum, skrivar Ritzau.

Seinasta árið er fátækradømið í Ukraina vaksið, meðan búskaparliga virksemið er minkað 30 prosent. Men IMF metir, at ukrainski búskaparin fer at batna komandi mánaðirnar.

Lánið skal formliga góðkennast av nevndini í IMF, og fer hon komandi vikurnar at gjøgnumganga lánpakkan. Sambært BBC er hetta fyrstu ferð; at IMF veitir lán til eitt krígsrakt land.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder