Uttanlands

Ukraina fær meira stuðul úr Stórabretlandi

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur um vikuskiftið havt vitjan av m.ø. bretska forsætisráðharranum og eysturríkska kanslaranum – Zelenskyj ávarar um, at Ukraina ikki er einasta málið hjá Russlandi

Hetta kann enda við einari vanlukku, sum rakar okkum øll, sigur ukrainski forsetin

Hetta kann enda við einari vanlukku, sum rakar okkum øll, sigur ukrainski forsetin

2022-04-10 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stórabretland bjóðar Ukraina meira hernaðarligan stuðul – 120 brynjað akfør og rakettir.

Tað boðar skrivstovan hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson frá.

Johnson vitjaði í gjár ukrainska høvuðsstaðin Kyiv, og hevði hann fund við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Stuðulin, sum Johnson lovar Ukraina kemur omaná útgerð fyri 100 milliónir pund (892 milliónir krónur), sum bretar lovaðu Ukraina fríggjadagin.

Skrivstovan hjá Boris Johnson sigur, sambært Ritzau, at endamálið við vitjanini í Kyiv m.a. er at vísa samhuga við ukrainska fólkinum.

Áðrenn Zelenskyj hitti bretska forsætisráðharran, hevði hann vitjan av eysturríkska kanslaranum, Karl Nehammer, og fríggjadagin hitti hann eisini forkvinnuna í ES-nevndini, Ursula von der Leyen í Kyiv.

Á tíðindafundi við Nehammer segði Zelenskyj, at hann framvegis er til reiðar at samráðast við Russland.

– Ukraina hevur allatíðina sagt, at landið er til reiðar til samráðingar, og vit kanna einhvønn møguleika fyri at steðga hesum krígnum, segði hann.

Seinasti fundur millum semingsmenn úr Ukraina og Russlandi var 29. mars.

– Ukraina er ikki einasta málið hjá Russlandi

Í einari fráboðan í nátt okkara tíð segði Zelenskyj, at øll mugu leggja trýst á Russland fyri at fáa steðgað krígnum, tí tað er ikki bara Ukraina, sum er málið hjá Russlandi.

– Alt Evropa er málið, segði Zelenskyj.

Hann legði afturat, at tað kann enda við einari vanlukku, sum rakar øll.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder