USA hevur játtað ein nýggjan vápnapakka til Ukraina við virði á 150 milliónir dollarar (ein góð milliard í okkara krónum).
– USA heldur á fram at verða ein sterkur stuðul fyri djarva fólkinum í Ukraina, meðan tey verja land sítt móti álopunum frá Russlandi, segði amerikanski forsetin, Joe Biden í fráboðan í gjár eftir at hava góðkent vápnapakkan.
Sambært tíðindastovuni Reuters hevur USA givið Ukraina vápn og hernaðarútgerð fyri 3,4 milliardir dollarar (uml. 24 milliardir krónur), síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar.
USA hevur m.a. givið Ukraina rakettir, lóður og dronur.
Ukraina fingið meira enn 85 milliardir
Hósdagin upplýsti ukrainski forsætisráðharrin, Denys Sjmyhal, at Ukraina síðan 24. februar hevði fingið vápn og fíggjarligan stuðul úr øðrum londum fyri tað, sum í okkara krónum svarar til meira enn 85 milliardir.
Á ráðstevnu í Varsjava hósdagin fekk Ukraina lovað meira enn seks milliardir evrur í stuðli – góðar 45 milliardir krónur.
ES-nevndin játtaði eisini eina upphædd, sum svarar til 1,5 milliardir krónur til at hjálpa teimum mongu flóttafólkunum, sum framvegis eru í Ukraina, sum hava verið noydd at flýggja úr heimi teirra, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald