50 milliardir evrir. Tað svarar til 373 milliardir krónur. Hetta hava leiðararnir í teimum 27 limalondunum í ES í dag avgjørt at lata til Ukraina sum eitt slag av stuðli.
Hetta er innanfyri fíggjarætlanina, skrivar Charles Michel, forseti í evropeiska ráðnum. Hann og onnur í ES vísa á, hvussu umráðandi stuðulin er fyri Ukraina, ið vegna kríggið fer at vanta pengar skjótt.
Volodymyr Zelenskyj fegnast sum vera man um stóra fíggjarliga stuðulin.
- Tað styrkir okkara langtíðar fíggjarstøðu og okkara fíggjarliga støðufesti. Tað er ikki minni umráðandi enn hernaðarstuðul ella revsitiltøk móti Russlandi. Tað er ógvuliga umráðandi, at avgerðin verður tikin av leiðarunum í øllum teimum 27 ES-londunum. Tað undirstrikar aftur sterku semjuna í ES.
Forsetin í Ukraina skrivar hetta á X. Tað var annars heldur ivasamt, hvørja móttøku uppskotið fór at fáa frá Viktor Orbán. Forsetin í Ungarn hevði hótt við at nýta veto-rættin og vildi hava, at peningurin varð latin fyri bert eitt ár, men eftir bert ein tíma gav Orban seg.
Danska TV2 skrivar, at peningurin verður latin til Ukraina yvir fýra ár. Hann skal tryggja, at tað ber til at gjalda fyri at men rekur skúlar og sjúkrahús, meðan kríggið koyrir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald