Uttanlands

Ukraina: Fleiri milliónir farin heimaftur

Hóast tað framvegis er kríggj í Ukraina eru fleiri milliónir ukrainar, sum rýmdu undan krígnum, farnir heimaftur, og nógv teirra siga seg hava trupulleikar við at finna arbeiði ella forvinna minni enn áðrenn kríggið

Ukrainsk flóttafólk í Moldova (Mynd: EPA)

Ukrainsk flóttafólk í Moldova (Mynd: EPA)

2022-10-29 13:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, eru milliónir av ukrainum rýmd úr heimi teirra. Nú, átta mánaðir seinni, er framvegis kríggj í landinum, men hóast hetta eru fleiri milliónir ukrainar eisini farnir heimaftur.

Tað framgongur í nýggjari frágreiðing, sum er gjørd í samstarvi millum fleiri stórar altjóða felagsskapir, og sum varð almannakunngjørd í gjár. Frágrieðingin byggir á telefonsamrøður við uml. 2000 vaksin fólk.

Síðst í august vóru sjey milliónir flóttar rýmdir úr heimi teirra til onnur støð í Ukraina. Men uml. seks milliónir persónar eru eisini farnir heimaftur eftir at hava verið burtur í í minsta lagi tvær vikur. Hetta talið umfatar bæði ukrainar, sum eru rýmdir av landinum, og sum eru rýmdir til onnur støð í Ukraina.

Fleiri ukrainar hava upplivað, at teir hava trupulleikar við at finna lønt arbeiði, eftir at teir eru komnir heimaftur. Í august boðaðu uml. 28 prosent av teimum heimkomnu, at teir forvunnu ongar pengar. 42 prosent søgdu seg forvinna minni, enn teir gjørdu, áðrenn kríggið byrjaði.

Men hóast avbjóðingarnar siga tey flestu av teimum heimkomnu eisini, at teir ikki hava ætlanir um at fara heimanifrá aftur í framtíðini. Bert 11 prosent søgdu, at teir umhugsaðu at fara frá heiminum aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder