
Ukraina hevur nú fylt út eitt oyðublað í sambandi við umsókn um ES-limaskap.
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini gav ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj oyðublaðið, tá hon vitjaði í Kyiv 8. apríl, og er tað m.a. við støði í upplýsingunum á hesum oyðublaðnum, at ES skal taka støðu til, um Ukraina skal gerast limur í ES.
ES-nevndin skal taka støðu til, um Ukraina lýkur treytirnar fyri limaskapi, og av forsetaskrivstovuni hjá Zelenskyj verður sagt, at tey vænta eitt jaligt svar.
Støða verður væntandi tikin til ES-limaskapin í summar, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald