Uttanlands

Ukraina hevur aftur framt álop langt inni í Russlandi

Dronan varð skotin niður – tríggir russar nærhendis flogstøðina doyðu tá vrakrestir duttu oman á tey

Engels-floghavnin nærhendis Saratov hevur ein týðandi leiklut í loftálopunum í Ukraina (Mynd: Reuters)

Engels-floghavnin nærhendis Saratov hevur ein týðandi leiklut í loftálopunum í Ukraina (Mynd: Reuters)

2022-12-26 14:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri aðru ferð innan fyri ein mánaða, hevur Ukraina framt álop langt inni í russiskum øki.

Við eini dronu hevur Ukraina eftir øllum at døma lopið á Engels-flogstøðina, ið liggur nærhendis býin Saratov, 650 kilometrar frá markinum millum Ukraina og Russland.

Russiska verjumálaráðið boðar frá, at dronan varð skotin niður, og at trý fólk doyðu nærhendis flogstøðina tá vrakpetti duttu oman yvir tey.

- 26. desember, umleið klokkan 01.35 Moskva-tíð, varð eitt ómannað ukrainskt flúgvandi far skotið niður í lágari hædd, meðan tað nærkaðist Engels-hernaðarfloghavnini í Saratov-økinum, ljóðaði fráboðanin frá russiska verjumálaráðnum.

Danmarks Radio skrivar, at ukrainskir myndugleikar ikki alment hava sagt seg standa aftan fyri álopinum, men ein talspersónur fyri ukrainska flogvápnið, Jurij Ihnat, sigur sambært Kyiv Independent, at álopið er “avleiðingar av russisku aggressiónini”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder