Uttanlands

Ukraina hevur framt álop inni í Hvítarusslandi og Russlandi

Hetta vísa loynilig skjøl, ið eru likin úr Pentagon

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-04-12 18:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukraina hevur framt fleiri dronuálop á hvítarussiskum og russiskum øki, hóast vesturlond hava heitt á Ukraina um ikki at gera tað.

Tað veit NBC at siga við støði í einum skjali, ið er likið út úr Pentagon.

Ukraina skal eitt nú hava framt álop á eitt russiskt flogfar á eini flogstøð í Hvítarusslandi og sent dronur til eina gassstøð uttan fyri Moskva.

Eitt talsfólk fyri ukrainsku trygdartænastuna sigur við NBC, at tey ikki vilja koma við viðmerkingum til upplýsingarnar fyrr enn eftir at Ukraina hevur vunnið kríggið.

Sambært fyrrverandi amerikanska trygdarráðgevanum, John Bolton, eru hesar upplýsingarnar enn eitt dømi um, hvussu skaðiligir lekarnir úr Pentagon kunnu vera.

Bolton sigur, at skjalið kann brúkas í eini roynd at royna at støðga fyri vesturlendsku hjálpini til Ukraina. Hetta tí fleiri lond hava sagt, at tey ikki vilja stuðla ukrainskum hernaðar atsóknum uttan fyri Ukraina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder