Uttanlands

Ukraina kunnger lista yvir russisk herfólk í Butja

Volodomyr Zelenskyj sigur, at hann vil hava, at kanningin av krígsbrotsverkunum móti sivilfólki verður almenn og gjøgnumskygd

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-04-05 07:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fregnartænastan í Ukraina hevur almannakunngjørt ein lista við nøvnum, sum tey siga vera russisk heryvirfólk, ið hava framt krígsbrotsverk móti ukrainska fólkinum í Butja.

Listin er almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá ukrainska verjumálaráðnum. Her er navn, føðingardagur, passnummar og støði hjá 2.000 herfólkum.

Tað skrivar BBC.

- Minnist til! Øll krígsbrotsverksfólk verða sett fyri rættin fyri brot móti ukreinska fólkinum, stendur á heimasíðuni.

Onki verður nevnt í greinini á BBC um, hvussu ukrainska fregnartænastan hevur fingið upplýsingarnar um russisku herfólkini í Butja.

Sunnudagin upplýsti teldusníkabólkurun, Anonymous, at persónsdátur hjá umleið 120.000 russiskum herfólkum, sum hava verið við í innrásini í Ukraina eru likin út.

- Øll herfólk, sum eru við í innrásini í Ukraina, eiga at vera sett fyri ein krígsbrotsmannadómstól, skrivaði bólkurin á Twitter.

Í eini videorøðu í nátt sigði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at tað er uppgávan hjá Ukraina at gera eina opna kanning av drápum á sivilfólk í landinum.

- Eg vil undirstrika, at okkara áhugi er at gera eina fullfíggjaða og gjøgnumskygda kanning, og úrslitið verður kunngjørt og greitt altjóða samfelagnum frá, sigur Zelenskyj, sambært Reuters tíðindastovuni.

Í somu røðu upplýsir Zelenskyj eisini, at hann fer at halda røðu á fundinum hjá trygdarráðnum hjá ST í dag.

Fleiri vælvitandi keldur í bretsku stjórnini hava váttað fyri BBC, at Bretland er sinnað at fara eftir kaptainum, majorum og oberstum í russiska herinum.

Í gjár segði amerikanski forsetin, Joe Biden, at hann ynskir at russiski forsetin, Vladimir Putin, verður ábyrgdaður tey níðingsverk, ið eru framd í ukrainska býnum Butja.

Hann endurtók eisini, at hann heldur, at russiski forsetin er ein krígsbrotsmaður.

Um vikuskiftið hava myndir og fráboðanir úr Butja, ið liggur nærhendis høvuðsstaðið, Kyiv, fingið stóran ans. Myndirnar eru eftir øllum at døma av sivilfólkum, sum liggja dripin í gøtunum í býnum, helst tikin av døgum av russiskum herdeildum.

Russland hevur víst aftur, at tey hava framt dráp á sivilfólk í Butja. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder