Uttanlands

Ukraina lopið á iranskt skip

Hetta kann ikki vera ósvarað, sigur iranska uttanríkismálaráðið – Sambært Ukraina vórðu drónuálop framd móti skipum, sum høvdu tilknýti til Iran, og vórðu brúkt til at flyta hernaðarútgerð millum Iran og Russland

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Tetiana Dzhafarova/AFP/Ritzau Scanpix)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Tetiana Dzhafarova/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-27 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iran leggur Ukraina undir at hava lopið á eitt iranskt skip og dripið eitt sjófólk umborð.

Iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi skrivar m.a. soleiðis á sosiala miðilin X:

– Zelenskyj hevur lopið á eitt iranskt handilsskip og dripið eitt sjófólk. Tað er eitt opinlýst brot á ST-sáttmálan,  framt við stuðli frá Ísrael fyri at hála Evropa inn í kríggið.

– Í telefonsamrøður við uttanríkisstjóranum hjá ES, Kaja Kallas og Lavrov uttanríkismálaráðharra (russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov, red.), at tað, sum sníkurin í Kyiv hevur gjørt, ikki kann standa ósvarað.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur upplýst, sambært Ritzau, at Ukraina hevur framt langtrøkkandi álop í Kaspiska havinum. Tey vóru rættað móti skipum, sum høvdu tilknýti til Iran og vóru brúkt til flutning av hernaðarútgerð.

Iranska uttanríkismálaráðið sigur, at Iran ongantíð hevur lagt seg uppí kríggið millum Russland og Ukraina.

Ukrainska trygdartænastan SBU sigur umvegis boðtænastuna Telegram, at dronuálop vórðu framd móti farmaskipum, sum vóru umfatað av altjóða revsitiltøkum, og sum vórðu brúkt til at flyta hernaðartútgerð millum Iran og Russland.

Ukrainski sendiharrin í Ísrael sigur, sambært Times of Israel, at skipini, sum ukrainsku álopini vóru rættað móti, fluttu hernaðarútgerð til Russlands at brúka í krígnum móti Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder