Í oktober fóru uml. 4,2 milliónir tons av korni úr ukrainskum havnum, men í november fer útflutta nøgdin at vera færri enn tríggjar milliónir tons, sigur Oleksandr Kubrakov, ukrainskur ráðharri í undirstøðukervismálum.
Hann vil vera við, at orsøkin er Russland, sum roynir at avmarka talið á skipaeftirlitum á ukrainsku havnunum.
– Tað var vanligt at gera 40 eftirlit um dagin, men nú, orsakað av russisku støðuni, er talið á eftirlitum fimm ferðir færri í tali, sigur hann sambært tíðindastovuni Reuters.
Í juli kom avtala í lag millum Ukraina, Russland, Turkaland og ST um kornútflutning úr Ukraina, og miðskeiðis í hesum mánaðinum varð avtalan longd við fýra mánaðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald