Norðurkoreansk herfólk eru í ferð við at fyrireika seg til at luttaka í bardaga saman við russum, sigur ukrainski herovastin Oleksandr Syrskyj.
Hendan fráboðanin kemur eftir, at Syrskyj hevur tosað við Christopher Cavoli, amerikanskur herovasti í Evropa.
– Vit hava óteljandi frágreiðingar um, at norðurkoreansk herfólk gera seg til reiðar at luttaka í bardøgum saman við russiskum herdeildum, sigur Syrskyj, sum leggur afturat, at støðan á hermótinum er trupul.
Leygardagin varð boðað frá, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur undirskrivað verjuavtalu við Norðurkorea. Sambært avtaluni hava bæði londini skyldu til alt fyri eitt at lata hvørjum øðrum hernaðarstuðul, um eitt teirra verður álopið.
Avtalan varð gjørd millum Putin og norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un í juni í sambandi við ein fund í norðurkoreanska høvuðsstaðnumPyongyang. Russiska yvirhúsið góðkendi avtaluna fyrr í vikuni, meðan undirhúsið góðkendi hana í oktober, skrivar Ritzau.
Fráboðanir úr Suðurkorea og fleiri vestanlondum geva eisini ábending um, at Norðurkorea hevur sent vápn til Russlands.
Hósdagin segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at Norðurkorea hevur sent 11.000 herfólk til Russlands, og summi teirra hava luttikið í bardøgum móti ukrainskum herdeildum í russiska Kursk-landslutinum.
Russland hevur tó ikki váttað, at norðurkoreansk herfólk eru í landinum, men Suðurkorea, sum fylgir væl við gongdini í grannalandinum hevur váttað, at í minsta lagi 10.000 norðurkoreansk herfólk eru send til Russlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald