2022-02-27 14:45
Ukraina og Russland skulu nú samráðast á hvítarussiska markinum til Ukraina. Tað váttar skrivstovan hjá ukrainska forsetanum, Volodimir Zelenskij í dag, sambært Reuters.
Avtalan um at hittast til samráðingar er úrslitið av einari telefonsamrøðu millum ukrainska forsetan og hvítarussiska forsetan, Aleksandr Lukasjenko.
– Vit hava játtað at hittast á hvítarussiska markinum uttan treytir, sigur Volodmir Zelenskij.
Enn er ikki greitt, hvør verður sendur at samráðast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald