Uttanlands

Ukraina rakt av stórum russiskum álopi í morgun

Tilsamans 120 rakettir og 90 dronur vórðu brúktar í álopinum, sum hevði til endamáls at raka ukrainskt orkuundirstøðukervi

Bjargingarfólk í vesturukrainska býnum Lviv (Mynd: EPA)

Bjargingarfólk í vesturukrainska býnum Lviv (Mynd: EPA)

2024-11-17 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russar hava í morgun framt stórt loftálop á Ukraina.

Endamálið við álopinum var at raka ukrainskt orkuundirstøðukervi, upplýsir ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á sosiala miðlinum X.

Tilsamans 120 rakettir og 90 dronur vórðu brúktar í álopinum, og ukrainska loftverjan skeyt niður 140 rakettir og dronur.

Onkur orkuverk hava fingið skaða í álopinum, og fleiri fólk hava latið lív ella fingið skaða.

Í býnum Mykolajiv lótu tvey fólk lív, og seks onnur - harundir tvey børn - vórðu særd.

Summi øki hava eisini mist streymin fyrrapartin orsakað av álopinum.

Ukrainski høvuðsstaðurin Kyiv varð eisini raktur í álopinum. Eldur kyknaði í einum íbúðarbygningi, og í minsta lagi eitt fólk fekk skaða.

Ukraina og Russland hava nú verið í kríggj í 1.000 dagar. Tað byrjaði við russisku innrásini 24. februar 2022.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder