Russiskir stríðsvognar eru sæddir á gøtunum í næststørsta ukrainska býnum, Kharkiv, og í morgun stríðast ukrainskir hermenn móti russiska herinum.
Oleh Sineguboy, guvernørur í økinum, sigur, at ukrainski herurin fer at "gera tað av við fíggindan", og heitir hann á sivilfólk um ikki at fara út.
Í Kharkiv, sum liggur uml. 40 kilometrar frá russiska markinum, búgva uml. 1,5 milliónir fólk.
Ímeðan boðar býarstýrið í høvuðsstaðnum Kiev frá, at ukrainar framvegis hava valdið í býnum.
Í morgun boðar russiska verjumálaráðið frá, at russiski herurin hevur kringsett býirnar Kherson og Berdyansk. Hetta er tó ikki endaliga váttað, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald