Ukrainska loftverjan hevur í nátt skotið niður fleiri russiskar dronur og rakettir.
Seks av átta dronum og tvær av trimum rakettum vórðu skotnar niður, sambært myndugleikunum.
Millum málini í nátt vóru m.a. høvuðsstaðurin Kyiv, og sambært myndugleikunum í býnum varð eingin særdur, og heldur ikki var nakar bygningur raktur. Vrakpetti elvdu til nakrar eldsbrunar, men tamarhald er á støðuni, varð sagt.
Sambært Reuters var hetta fimta álopið á Kyiv hendan mánaðin.
Býurin Nikopol í Dnipropetrovsk-landslutinum varð eisini raktur. Guvernørurin, Serhii Lysak boðar frá sambært miðlinum Kyiv Independent, at ein 16 ára gomul genta lat lív, og trý fólk - ein 66 ára gomul kvinna, ein 79 ára gamal maður, og ein 74 ára gamal maður - vórðu særd. Ein av monnunum varð fluttur á sjúkrahús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald