Ukrainska tjóðartingið hevur í dag samtykt eina lóg, sum gevur ávísum fangum møguleika fyri at fara í kríggj móti Russlandi.
Stjórnin hevur leingi verið ímóti ætlanini, men tørvur er á herfólkum við hermótini.
Eftir at Russland í seinastuni hevur tikið seg fram á fleiri mótum, hevur stjórnin tí broytt støðu í hesum máli.
Tjóðartingsformaðurin og Volodymyr Zelanskyj forseti skulu tó skriva undir lógina, áðrenn hon fær gildi.
Tað verður sjálvboðið at vera við í skipanini, og tað eru bert ávísir fangar, ið kunnu gerast partar av ukrainska herinum. Sostatt eru tað einans fangar, ið hava trý ár ella minni eftir av fongsulsdóminum, sum kunnu søkja um at sleppa at vera partur av herinum, sigur tingkvinnan Olena Sjuljak, sum stendur á odda fyri flokkinum hjá Zelenskyj, sambært Ritzau.
Millum teir fangar, ið ikki sleppa at gera tænastu í herinum, eru personar, ið eru dømdir fyri kynsligan harðskap, dráp á tveir ella fleiri persónar, eru funnir sekir í álvarsligum muturi og fyrrverandi høgt standandi embætisfólk, upplýsir Sjuljak.
Russland hevur síðan fyrstu dagarnar av innrásini í Ukraina, tikið fólk úr fongslum fyri at vera partur av álopsstyrkini, skrivar Ritzau. Tað hevur fyrr verið galdandi, at fangar kundu náðast, um teir tæntu herinum í seks mánaðir.
Fyri góðum mánaði síðani gav Zelenskyj forseti loyvi til at lækka aldursmarkið fyri innkalling í herin úr 27 til 25 ár. Hetta var ein lóg, sum Zelenskyj helt aftur í longri tíð áðrenn hann loyvdi henni við síni undirskrift. Tjóðartingið atkvøddi ta lógina ígjøgnum í mai mánaði í fjør, skrivar Ritzau við fronsku AFP tíðindastovuni sum keldu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald