2023-08-13 15:59
Í Kherson-landslutinum í Suðurukraina hava sjey fólk í dag latið lív í einum russiskum rakettálopi.
Millum tey deyðu vóru eitt par og børn teirra, ið vóru ávikavíst 23 dagar og 12 ára gomul. Tey og ein annar maður vórðu dripin í bygdini Shyroka Balka.
Í bygdini Stanislav, ið liggur nærindis Shyroka Balka, vórðu tveir aðrir persónar dripnir, upplýsir ukrainska innlendismálaráðið.
Trý onnur vórðu særd í einum øðrum álopi í býnum Kherson, skrivar tíðindastovan Reuters.
Tað var í november, at Ukraina vann vestara part av Kherson-landslutinum aftur frá russum, men russisku álopini í økinum halda fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald