Ukrainski forsetin, Voldoymyr Zelenskyj boðar frá broytingum í ukrainsku stjórnini, og hevur hann bjóðað forsætisráðharranum, Julija Svyrydenko ein nýggjan leiklut.
Zelenskyj skrivar á sosiala miðlinum X, at hann bjóðar henni at standa á odda fyri einum nýggjum og týdningarmiklum øki, sum hevur snýr seg um samskifti við ein týðandi samstarvsfelaga.
– Eg vænti, at vit saman við tjóðartingslimunum fara at gjøgnumføra tilsvarandi broytingarnar í ukrainasku stjórnini. Eisini verða útskiftingar av leiðarum hjá rættarhandhevjandi myndugleikum, skrivar hann sambært Ritzau.
Burtsæð frá forsætisráðharranum, nevnir Zelenskyj tó ikki nøvnini á teimum, sum verða ávirkað av hesum broytingunum.
Orsøkin til broytingarnar er, sambært Zelenskyj, ein nýggj politisk ætlan bæði innaríkis- og uttanríkispolitisk.
Zelenskyj nevnir nýggjar avbjóðingar og nýggjar uppgávur. M.a. skal Ukraina fyrireika seg til veturin og vera til reiðar at handfara einahvørja hóttan.
Julija Svyrydenko skrivar á X, at hon framvegis er til reiðar at tæna Ukraina og loysa einhvørja uppgávu.
– Eg eri errin av at hava fingið tann heiður at standa á odda fyri stjórnini í einum av torførastu tíðarskeiðunum í ukrainskari samtíðarsøgu.
Svyrydenko hevur bert verið forsætisráðharri í eitt ár. Áðrenn var hon ráðharri í búskaparmálum og varaforsætisráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald