Uttanlands

Ukraina sleppur ikki at brúka týsk vápn inni í Russlandi

– Eg haldi, tað er ein trupulleiki, sigur týski samveldiskanslarin

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz (Mynd: EPA)

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz (Mynd: EPA)

2024-09-15 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týskland fer ikki at loyva Ukraina at brúka týsk vápn til at raka mál inni í Russlandi. Heldur ikki, um onnur lond loyva teimum.

Tað segði týski samveldiskanslarin Olaf Scholz á borgarafundi í býnum Prenzlau í gjár.

– Eg vil ikki loyva tí, tí eg haldi, at tað er ein trupulleiki, sigur hann sambært DR.

Hernaðarstuðulin, sum Ukraina hevur fingið higartil, hevur verið treytaður av, at vápnini verða brúkt á ukrainskar jørð ella til verjuátøk í marknaøkjum, men Ukraina hevur í fleiri mánaðir heitt á m.a. USA um at loyva ukrainum at brúka langtberandi vápn at raka mál langt inni í Russlandi.

Hetta málið var m.a. eisini umrøtt, tá bretski forsætisráðharrin Keir Starmer og amerikanski forsetin Joe Biden hittust í Hvítu Húsunum fríggjadagin, men komið varð ikki til nakra niðurstøðu.

Les eisini: – Hugsi ikki serliga nógv um Putin

Russiski forsetin hevur ávarað um, at Vesturheimurin við at loyva ukrainum at brúka langtberandi vápn ímóti Russlandi fer beinleiðis inn í kríggið, og so má Russland taka "hóskandi avgerðir".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder