Trý fólk lótu í gjár lív í einum russiskum álopi á bygdina Borova í ukrainska landslutinum Kharkiv, boða lokalir myndugleikar frá.
Umframt hetta vórðu níggju fólk eisini særd, harav trý bjargingarfólk
Borova er umleið 140 kilometrar frá næststørsta ukrainska býnum, sum eisini er nevndur Kharkiv. Býurin hevur javnan verið fyri russiskum álopum, síðan kríggið byrjaði í februar 2022.
Í býnum Kyjivskyj, sum eisini liggur í Kharkiv-landslutinum, vórðu fimm fólk eisini særd í einum russiskum álop.
Ukrainski flogherurin boðar eisini í dag frá, at hann í nátt hevur skotið niður 24 av 26 dronum í fýra landslutum, og í minsta lagi eitt fólk fekk skaða, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald