Uttanlands

Ukraina vil hava Russland fyri altjóða dómstól

Væntandi kann rættarmálið byrja í komandi viku, sigur ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij

– Russland skal ábyrgdast fyri at misnýta hugtakið fólkadráp til at rættvísgera ágang, sigur ukrainski forsetin (Mynd: EPA)

– Russland skal ábyrgdast fyri at misnýta hugtakið fólkadráp til at rættvísgera ágang, sigur ukrainski forsetin (Mynd: EPA)

2022-02-27 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina hevur kært Russland til altjóða dómstólin í Haag, sigur ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij.

– Russland skal ábyrgdast fyri at misnýta hugtakið fólkadráp til at rættvísgera ágang, sigur hann í dagføring á Twitter, sum Ritzau endurgevur.

Russland hevur sagt, at fólkadráp er framt móti prorussiskum loysingarfólkum í eystara parti av Ukraina, og at innrásin í Ukraina er ein roynd at avvápna landið.

Ein stórur partur av altjóða samfelagnum hevur tó fordømt russisku innrásina.

– Vit hava biðið um eina skjóta avgerð um, at Russland skal gevast við øllum hernaðarliga virkseminum nú, og vit vænta, at eitt rættarmál kann byrja í komandi viku, sigur ukrainsk forsetin.

Altjóða dómsstólurin í Haag varð settur á stovn av ST í 1945. Hann er eisini kendur sum ICJ, ið er ein stytting fyri "International Court of Justice".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder