Uttanlands

Ukrainar siga seg hava dripið týðandi russiskan heryvirmann

Gerasimov, generalmajorur, var heiðraður fyri sítt íkast, tá Krim hálvoyggin varð afturtikin. Hann kríggjaðist eisini í Kekenia og Sýria

Stórar oyðileggingar eru í eysturukrainska býnum Kharkiv (Mynd: EPA)

Stórar oyðileggingar eru í eysturukrainska býnum Kharkiv (Mynd: EPA)

2022-03-08 07:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vitalij Gerasimov, generalmajorur í russiska herinum, hevur latið lív. Tað boðar ukrainska verjumálaráðið frá í einum tíðindaboðum.

Boðini eru enn ikki alment váttað í Russlandi, skrivar Ritzau.

Sambært verjumálaráðnum, doyði Gerasimov undir bardøgum í ukrainska býnum, Kharkiv.

Kharkiv liggur har eysturi í Ukraina, og hevur seinastu vikuna verið hermót í ógvusligum bardøgum millum ukrainskar og russiskar hereindir.

Verjumálaráðið skrivar eisini, at fleiri onnur týðandi russisk heryvirfólk eru dripin og særd í stríðnum.

Sambært ráðharraráðnum var Gerasikov ein heiðraður russiskur heryvirmaður. Í tíðindaskrivinum verður sagt, at hann var við í kríggjum, bæði í Kekenia og í Sýria.

Hann skal eisini hava fingið heiðurstekin fyri sítt íkast í “afturtøkuni av Krim”, sum er hálvoyggin í Svartahavinum, sum russar hertóku frá Ukraina í 2014.

Ráðharraráðið skrivar harafturat, at Russland, sum bara verður rópt “hertakarin” í tíðindaskrivinum, hevur stórar avbjóðingar við at taka sær av særdum fólkum.

Býurin Kharkiv er í løtuni ein týðandi stríðsvøllur í stríðnum millum Ukraina og Russland.

Sambært Reuters, er kjarnorkugranskingarstøðin í býnum vorðin mál fyri russiskum ástøðum um, at ukrainar eru við at menna eina sokallaða “skitna bumbu”.

Ein skitin bumba er ikki tað sama sum ein kjarnorkubumba, tí hon ikki spreingist við kjarnorku, men spjaðir kortini geislavirkni.

Hetta er ikki fyrsta kjarnorkumálið hjá russum. Í farnu viku skutu russisk herfólk granatir móti størsta kjarnorkuverkinum í Evropa, sum liggur nærhendis ukrainska býnum Zaporizjzja.

Russar hava nú valdið á orkiverkinum, boðar altjóða kjarnorkustovan IAEA frá, sambært Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder