Um vikuskiftið heitti ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj enn eina ferð á USA um at lata ukrainska herin leypa á mál longur inni í Russlandi. Hetta var í sambandi við, at ukrainski og amerikanski verjumálaráðharrin hittust í washington D.C.
Sambært Ritzau hevur USA latið hernaðarstuðul til Ukraina fyri yvir 50 milliardir dollarar síðan 2022, men stuðulin er treytaður av, at vápnini verða brúkt á ukrainskar jørð ella til verjuátøk í marknaøkjum.
Sambært Zelenskyj vórðu seks fólk dripin, og 97 særd í einum russiskum loftálopi í Kharkiv fríggjadagin, og um vikuskiftið vórðu eisini fleiri álop. Hesi kunnu steðgast við at leypa á flogstøðir og aðrar herstøðir hjá Russlandi, sigur ukrainski forsetin.
Hann leggur afturat, at tað at forða russiskum bumbum í at røkka ukrainskari jørð hevði verið eitt stórt stig á leiðini at tvinga Russland at arbeiða fyri at fáa ein enda á krígnum.
– Vit tosa við okkara sameindu um hetta hvønn dag. Vit royna at yvirtala teir og vísa á okkara grundgevingar, sigur ukrainski forsetin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald