Uttanlands

Ukrainsk herfólk venja í Stórabretlandi

Bretski herurin stendur fyri venjingunum, sum er partur av einari nýggjari ætlan, sum skal hjálpa Ukraina í stríðnum móti Russlandi

(Mynd: The Guardian)

(Mynd: The Guardian)

2022-07-10 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi vikurnar koma upp móti 10.000 nýggj herfólk úr Ukraina til Stórabretlands at venja.

Tað er bretski herurin, sum stendur fyri hesum venjingunum, sum eru partur av einari nýggjari ætlan, sum skal hjálpa Ukraina í stríðnum móti Russlandi.

Sambært bretska miðlinum The Guardian hevur Ukraina mist upp móti 200 herfólk hvønn dag, og hevur ukrainski herurin tørv á at læra nýggj fólk upp langt burtur frá russiska herinum.

Stórabretland hevur higartil brúkt yvir 2,3 milliardir pund – yvir 20,2 milliardir krónur uppá hernaðarstuðul til Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder