Uttanlands

Ukrainsk álop á Donetsk afturvíst

Russland sigur seg hava dripið 250 ukrainsk herfólk í nátt

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-06-05 07:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiska verjumálaráðið upplýsti í nátt, at Ukraina hevur roynt at fremja stórálop á sunnara partarnar av Donetsk-landslutinum, men at álopið varð “sligið aftur” av russiskum deildum.

Sambært verjumálaráðnum byrjaðu ukrainsku álopini fimm ymsa staðni har suðuri í Donetsk.

“Málið hjá fíggindanum var at berja niður verjuna við hermótini, har hon – sambært fíggindanum – er veikast. Fíggindin megnaði ikki at gera hetta”, stendur í fráboðanini, sum verjumálaráðið sendi út á miðilin Telegram.

Russiska verjumálaráðið sigur, at russiskar herdeildir drupu 250 ukrainsk herfólk og oyðiløgdu 16 stríðsvognar, tríggjar manningavognar og 21 brynjaðar vognar. Ongar óheftar keldur hava tó vátta tíðindini enn, skriva Reuters og AFP.

Ukrainsku hermyndugleikarnir hava enn ikki svara fyrispurningum hesum viðvíkjandi, skrivar finska kringvarpið. Tí er eisini ógreitt, um hetta kundi verið byrjanin upp á ukrainska mótálopið, ið sigst hevur verið undir fyrireiking í fleiri mánaðir, skivar yle.fi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder