Í morgun lendi ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í japanska býnum Hiroshima, har G7-toppfundur er í hesum døgum.
Zelenskyj váttar á Twitter, at hann vitjar í Japan í dag, og at hann hevur týðandi fundir fyri framman.
Upprunaliga varð upplýst, at hann fyrst fór at luttaka á G7-fundinum sunnudagin, men í morgun er hann komin til Japan við einum fronskum stjórnarflogfari.
Saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman tekur ímóti Zelenskyj í býnum Jeddah (Mynd: EPA)
Zelenskyj kom beinleiðis úr Saudiarabia, har hann hevur luttikið á toppfundi hjá Arabisku Liguni í býnum Jeddah. Tá varð hann eisini flogin við einum fronskum flogfari, skrivar Ritzau.
Í røðu sínari í Saudiarabia fanst Zelenskyj at leiðarunum í arabisku londunum, sum hann heldur hava ignorerað russisku innrásini í Ukraina. Hann heitti m.a. á tey um at standa saman við Ukraina.
Eisini segði Zelenskyj, at muslimar í Ukraina eisini eru raktir av støðuni. Serliga á Krim-hálvoynni, sum Russland hertók í 2014.
Ársins G7-toppfundur byrjaði í gjár og endar í morgin. G7 er ein felagsskapur, har leiðarar úr heimsins fremstu ídnaðarlondum hittast eina ferð um árið. G7-londini eru Kanada, USA, Stórabretland, Týskland, Frakland, Italia og Japan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald